140x140

Útboð av loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri

Freistin at søkja um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri var úti í dag kl. 12.00.

Inn komu tvey boð - frá SEV og frá hollendska vindmylluframleiðaranum EWT.

Boðið frá SEV var áljóðandi 31,55 oyru/kWt og boðið frá EWT var áljóðandi 34 oyru/kWt.

EWT hevur bjóðað við felag undir stovnan, og boðið frá teimum er treytað av, at til ber at fáa føroyskar íleggjarar at luttaka í verkætlanini.  

Orka á Umhvørvisstovuni fer nú at viðgera bæði innkomnu boðini og væntandi verður endalig avgerð tikin, áðrenn marsmánaður er runnin.

« Aftur