Nú er føroyska útgávan av norðurlendsku samstarvsætlanini fyri umhvørvi og veðurlag 2019-2024 tøk.
Samstarvsætlanin hevur millum annað til endamáls at verja náttúruna og hennara margfeldi, og eitt nú steðga afturgongdini í lívfrøðiligum margfeldi, at fremja ringbúskap, burðardygga framleiðslu og nýtslu, og avmarka dálking av havinum, eitt nú við plasti og mikroplasti. Samstarvsætlanin hevur eisini til endamáls at røkka málunum at avmarka alheimsupphitingina og fremja felags norðurlendskt innspæl til veðurlagssamráðingarnar.
Nýggja samstarvsætlanin varð samtykt á Norðurlandaráðsfundinum í oktober 2018 í Oslo. Norðurlendska umhvørvissamstarvið er skipað í seks arbeiðsbólkum, og er Umhvørvisstovan virkin við luttøku í fleiri av arbeiðsbólkunum, umframt at samskiparauppgávan hjá arbeiðsbólkinum fyri lívfrøðiligt margfeldi, (Nordisk arbejdsgruppe for biologisk mangfoldighed, NBM) verður loyst á Umhvørvisstovuni.
Les nýggju samstarvsætlanina her
Myndafólk: Johannes Jansson /norden.org
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Siggu Jacobsen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Magn setur seks vindmyllur í Flatna…
26-11-2019
Útlátið av vakstrarhúsgassi økist f…
11-10-2019
Loyvir latin til 12 nýggjar vindmyl…
03-10-2019
Soleiðis skulu vit halda rottuni ni…
01-10-2019
Nátamagar á Vísindavøkuni
19-09-2019
Nú byrjar savningin av náttúruvitan…
11-09-2019
Sólorkuskipan í Sumba
11-09-2019
IRF fingið umhvørvisgóðkenning til …
05-09-2019
Góðkenning til útfylling til ídnaða…
04-09-2019
Klaksvíkar Sleipistøð umhvørvisgóðk…
29-08-2019