140x140

Landkortini yvirtikin

01-04-2019 | Kort og adressur

Í dag - 1. apríl 2019 - er landkortmyndugleikin komin á føroyskar hendur og Umhvørvisstovan er vorðin føroyskur kortmyndugleiki.

Tað var so tíðliga sum í 1895, at danir fóru undir at gera topografisk kort yvir Føroyar. Úrslitið var, at í tíðini 1897 – 1901 vóru 75 kortbløð prentaði í støddini 1:20.000. Hetta var fyrsta útgáva av sokallaðu máliborðsbløðunum.


Fyrsta útgáva av máliborðsblaði 1897 - 1901

Onnur útgáva bleiv gjørd av Geodætisk Institut og útgivin í tíðarskeiðinum 1941 – 1943.

Triðja, og seinasta prentaða útgávan av topografiska kortverkinum, var liðugt í 1998.

Fjórða, og nýggjasta topografiska kortið, er gjørt í tíðarskeiðinum 2016 – 2018. Kortið finst einans talgilt, og higartil hevur tað kostað at fáa atgongd til kortið.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur tikið avgerð um, at Umhvørvisstovan verður kortmyndugleiki í Føroyum, og at Umhvørvisstovan fær heimild til at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum.

Til ber at síggja nýggja topografiska føroyakortið her á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Somuleiðis er nú er latið upp fyri atgongd til topografisku kortini fyri øllum, sum brúka gis- og cad forrit. Kortini finnast sum wms-tænastur á Kortforsyningen.

Í næstum verða eisini skannaðar útgávur av teimum eldru kortunum gjørdar tøkar á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Sama fer at gera seg galdandi fyri veggjakortunum av Føroyum í støddini 1:100.000.

Tað, at landkort nú gerast tøk hjá øllum at brúka, letur upp fyri nógvum møguleikum:

  • Fólk, sum ganga í fjøllunum, koma at fáa atgongd til kort á teirra snildfon.
  • Øll kunnu brúka kortini á telduni.
  • 3D modellir kunnu gerast av landslagnum.

Ein dansk/føroyskur arbeiðsbólkur hevur gjørt eina frágreiðing um yvirtøku av landkortunum. Frágreiðingin kann lesast her.

 

Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur