140x140

Nýggj AMAP frágreiðing

02-04-2019 | Dálking og vernd

 

Nýggja Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP) frágreiðingin lýsir kanningar av dálkingarevnum, ið eru gjørdar á Umhvørvisstovuni sum liður í altjóða AMAP samstarvinum í tíðarskeiðinum 2013 – 2016

AMAP kanningarnar, sum Umhvørvisstovan ger, eru kanningar av dálkandi evnum í djórum og fiski úr sjónum, á landi og í feskvatni. AMAP arbeiðið fevnir um øki í norðara partinum av knøttinum, har sjóneykan er sett á arktiska økið og dálkingina har, sum stendst av mannaáum, ofta í økjum langt burturi frá Arktis. AMAP kanningarnar eru samskipaðar í AMAP arbeiðsbólkinum vegna Arktiska Ráðið.

Frágreiðingin lýsir arbeiðið, sum er eitt íkast til at fáa lýst dálkingina í føroyska umhvørvinum sambært mannagongdum fyri AMAP. Úrvalið av djórum, sum eru kannað, er gjørt við atliti at føroyskum viðurskiftum, til dømis hvørjar keldurnar eru til dálking av fólki ígjøgnum kostin her heima. Har tað hevur sampakkað við føroysku endamálini, eru tillagingar eisini gjørdar eftir samsvarandi kanningararbeiði í grønlendska umhvørvinum. At samskipa kanningar yvir stór øki gevur møguleikar at meta um broytingar í dálkingarevnum millum lond og í ávíst tíðarskeið, og á tann hátt fæst eitt gott amboð til at fylgja við dálkingarstøðuni.

Tey sløgini, sum eru kannað, eru djór úr havinum: grindahvalur, toskur og teisti, og úr feskvatni og á landi: bleikja og seyður. Dentur er lagdur á at gera mátirøðir, so fylgjast kann við broytingum so hvørt sum frá líður. Arbeiðið at kanna mátirøðir í sonevndum rák-kanningum hevur fyri tað mesta verið gjørt í sambandi við altjóða AMAP metingar.

Kanningar eru eisini gjørdar av tungmetalum, kyksilvuri og kadmium, og seint niðurbrótiligum, fitiloysiligum, mannagjørdum evnum, ofta bara nevnd POPs fyri Persistent Organic Pollutants. Hesi eru fyri tað mesta tey evnini, sum eru regulerað við Stockholm POP konventiónini, eitt nú PCB, pestisidini DDT, chlordanir og toxaphen, og flammutálmin PBDE. Í 2015-2016 eru kanningarnar víðkaðar til eisini at fata um tíðarrøðir fyri flammutálman HBCDD og perfluorerað alkylevnini, PFAS, í grindahvali.

Úrslitini benda á, at gongdin við vaksandi kyksilvuri í umhvørvinum, sum hevur verið at sæð í tíðarskeiðnum, sær út til at vera steðgað fyri ein part. Nýggjastu kanningarnar benda á, at kyksilvur í toski og bleikju er farið at minka, meðan tað framvegis er vaksandi í teista og ungum grindahvali. Viðvíkjandi POP dálkingarevnunum, so er gongdin sum heild minkandi, tó við variatiónum, sum m.a. hava við sær, at PCB og pestisid hava verið spakuliga vaksandi í teistaeggum síðan 2010, tá ið ein toppur eisini var í POP innihaldinum í toski. Í toski sær tað nú út til, at POP innihaldið minkar. Í ungum grindahvali er gongdin av PCB- og pestisidkonsertratiónum nøkunlunda javnt minkandi. Eisini í bleikju tykist gongdin vera, at POP minkar, men har eru stórar variatiónir frá einum ári til annað, serliga í PCB- og DDE-konsentratiónunum.

Tann minkandi gongdin er eisini galdandi fyri PBDE í grind, har PBDE-konsentratiónin hevur verið javnt minkandi síðan aldaskiftið. Fyri PFAS harafturímóti síggja vit ikki rættiliga nakra týðiliga gongd aðra enn ta, at konsentratiónin letur til at vera óbroytt ella spakuliga vaksandi. Nágreinaðar metingar um gongdina í POPum og kyksilvuri fyri alt AMAP økið eru á skrá fyri ávikavist 2019 og 2021. Meiri um AMAP samstarv og frágreiðingar gjørdar í tí, eru at finna á www.amap.no. Øll úrslit, sum eru fingin til vega í sambandi við AMAP kanningarnar hjá Umhvørvisstovuni, eru løgd inn á serliga AMAP data goymslu, og eru eisini tøk á ENVOFAR heimasíðuni.   

Les nýggju frágreiðingina her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Birgittu Andreasen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur