140x140

Árinsmeting av vindmyllulund í Hoyvíkshaganum til hoyring

03-07-2019 | Dálking og vernd

Smápartafelagið Vindrøkt ætlar at seta seks vindmyllur upp vestan fyri Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Myllurnar eru 3 MW hvør. Hæddin á myllutornunum er góðar 78 metrar, og við veingjunum er hæddin slakar 120 metur. Myllurnar kunnu framleiða, tá vindferðin er millum 2,5 m/s og 34 m/s. Felagið roknar við, at myllurnar fara at framleiða 64 GWt av elektrisiteti um árið.

Elveitingarlógini ásetir, at felag, sum ætlar at framleiða elektrisitet, skal gera eina umhvørvisárinsmeting, sum skal góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn tað fær loyvi til elframleiðslu. Árinsmetingin viðgerð árin á umhvørvið, plantur og djór, umframt at mett verður um skuggakast og óljóð frá vindmyllulundini.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og  kann síggjast her.

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringarfreistin er 15. august 2019. Viðmerkingar skulu sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur