140x140

Nátamagar á Vísindavøkuni

19-09-2019 | Stovnurin

Umhvørvisstovan verður við á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum í Havn í morgin. Vit fara at kanna havhestamagar, live. Havhestur etur mangt og hvat - tíverri eisini plast. Vísindafólk okkara kanna og skráseta plastbitarnar, smásteinarnar, fiskaeyguni og alt hitt, vit finna, beint har, á Vísindavøkuni fríggjadagin 20. september. Vit lata magar upp hvønn tíma frá kl 09.00 til 13.00.