140x140

Lýsing av umsókn um vindmyllulund

Lýsing eftir umsøkjarum til:

 

Loyvi

til

elframleiðslu

úr

vindorku

 

Sambært § 5 stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hevur móttikið umsókn um loyvi til elframleiðslu úr vindorku.

Umsøkjarin hevur søkt um loyvi at seta upp 6 vindmyllur á 3 MW svarandi til ein samlaðan mátt á 18 MW, staðsettar á økinum við Gellingarklett í Hoyvíkshaga í Suðurstreymoy.

Áhugað kunnu søkja um sama loyvi, 18 MW, eftir nærri ásettum treytum, sí niðanfyri.

Treytir fyri at kunna søkja

Í  sambandi við umsóknir um loyvi, sambært omanfyri nevnda, er neyðugt, at umsøkjarin kann vísa á eitt øki (við váttan frá jarðaeigara), har vindmyllurnar kunnu setast, og eisini skal umsøkjarin kunna útvega onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikum og loyvi frá viðkomandi kommunu. Eisini skulu umhvørvisárinsmetingar gerast sambært § 16 í elveitingarlógini, og hesar skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni.

Vindviðurskiftini á staðnum skulu verða væl lýst, t.d. við vindmátingum helst fyri 1 ár, ella við øðrum upplýsingum, sum kunnu javnmetast við vindmátingar.

Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi umsøkjari kann vísa á neyðugan tekniskan førleika og harundir møguligar royndir innan elveiting, og umsøkjarin skal hava váttan frá peningastovni um tøka fígging til ætlanina.

Umsóknarblað og nærri upplýsingar

Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Ara Johanneson á Orku á Umhvørvisstovuni, at fáa umsóknarblað og nærri kunning um nevndu treytir og aðrar treytir fyri at kunna søkja.

 

 

Freist at søkja

Seinasta freist at senda inn umsókn um loyvi er 14. juni 2019 kl. 12.00.

 

 

Umsóknir skulu sendast til:

 

Umhvørvisstovan

Traðargøta 38                  

Postboks 2048

165  Argir

« Aftur

Kunngerðir