140x140

Nýtt tyrvingarpláss í Kvívík

Lýsing av umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 3. juli 2019, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:

Tyrvingarpláss hjá IRF úti í Nýggjheiðum í Kvívík 

Góðkenningin er almenn og sæst hon her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 31. juli 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir