Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hesin privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, og hvat hetta verður brúkt til. 

HVØRJAR UPPLÝSINGAR SAVNA VIT?

Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:

Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind. 

HVUSSU BRÚKA VIT HESAR UPPLÝSINGAR?

Upplýsingar um tóleindir

Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at hava eyguni við møguligum álopum á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.

DÁTUEFTIRLIT

Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er: Umhvørvisstovan – V-tal: 405388 og heldur til á:

Traðargøta 38
160 Argir
Tlf. 243400
Teldupostur: us@us.fo
Heimasíðuða: www.us.fo

TÍNI RÆTTINDI

Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á us@us.fo.

Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.

SPURNINGAR?

Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á 342400 ella á us@us.fo.

DAGFØRINGAR

Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk. 

 Seinast dagført 04. Juli 2023.